Seinasta árið hevur ikki verið nógv at hoyrt til bólkin, og hetta kemst av, at menn eru upptiknir og onkur teirra býr uttanlands.
Framførslan á Fjarðafestivalinum 07 verður einasta framførslan hjá bólkinum hetta summarið, og av somu orsøk verður tað serliga spennandi at hoyra bólkin leypa á við sínum orkudrivna rokki fyri fyrstu ferð í ár.










