Bólkarnir, sum vóru við hesaferð, vóru Thirst, Credo, Crescendo, In Gethsemane og Braquet, og hesir bólkar høvdu tvey finalupláss at kappast um.
Tey flestu hava hoyrt um Braquet, sum var við í Prix Føroyar finaluni í fjør, men ikki øll kennast við hinar bólkarnar. Hesir bólkarnir eru nevniliga nýggir og stovnaðir í sambandi við Gospel Prixið.
Braquet kanónin
Ikki heilt óvæntað var tað Braquet, sum leyp avstað vid sigrinum. Teir vóru tann royndasti bólkurin í hesum umfari, og kundu tí gera sær dælt av tí. Vid fantastiskari samanspæling og upptraðkan blástu teir veruliga bæði áhoyrarar og dómarar um koll. Men spurdir, um teir høvdu væntaðat vinna, vóru teir allir samdir.
- Vit væntaðu ikki at vinna, men vit vónaðu tad. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at vunnið, men vit tóku hetta ikki veruliga sum eina kapping, heldur eina konsert. Tey flestu halda, at hetta er ein eftirlíking av Prix Føroyum, men hetta er also ein frálíkur møguleiki.
Nú Braquet vann og In Gethsemane bleiv nummar 2, hava Ingi Jacobsen, Jóhan á Lakjuni og serliga Arni Zachariasen úr at gera. Teir tríggir eru við í Braquet og eisini In Gethsemane, og Arni er haraftuarat við í I AM, sum vann fyrsta umfarið. Arni er tískil við í trimum av fýra finalubólkum, og hetta mann tykjast at vera heldur sjáldsamt.
Í skemti var sagt, at um Arni gjørdist sjúkur, so mátti finalan útsetast.
- Vit vita heilt einfalt ikki, hvussu vit fáa tíð til hetta. Onkur hevur arbeiði, onkur hevur skúlan og so bólkarnir aftrat, ja, tad verður øgiligt, serliga hjá Arna.
Byrjaði heldur spakuliga
Braquet hevur verið til í umleið 2 og eitt hálvt ár. Arni, ið er guitaristur og Jóhan, ið spaelir trummur, hava spælt saman sera leingi. Á studentaskúla hittu teir so Andriasi, sum var við uppá tað alt fyri eitt, tá teir spurdu, um teir ikki skuldu fara at gera ein bólk. Men ein bassistur manglaði. Andrias fekk so fatur á Inga, sum eisini var fúsur at fara undir at spæla.
Teir byrjaðu vid at jamma eitt sindur, men hildu so, at tað hevði verið stuttligt at melda seg til Prix Føroyar. Teir fingu, sum ikki einaferð, hjálp frá Grót, og byrjaðu so at venja miðvíst í Losjuni í Gøtu. Í Prix Føroyum vóru teir einasti andaligi bólkur, sum kom í finaluna.
Braquet spælir egnan tónleik. Teir flestu sangirnar hevur Andrias yrkt, meðan Arni ger løgini. Ofta gongst striltið at gera ein sang lidnan, men tað endar sum oftast væl.
- Vit yrkja alt sjálvir. Hetta er sera týdningarmikið fyri okkum. Vit royna at fáa okkurt seriøst burtutúr. Til dømis í Prix Føroyum vóru vit einasti bólkur, sum hevði skift skrá. Vit royna okkara frægasta at fáa tað meir og meir detaljera.
Ov illa dekkað
Tá prátið kemur inn á tiltakið Gospel Prix sum heild, so hava teir bert positivt at bera tí. Tó er tað eitt, sum teir halda verða eitt sindur keðiligt.
- Gospel Prix er eitt frálíkt tiltak, men vit halda ikki, at tad verður skriva so nógv um tað í bløðunum. Vit hava einki serligt sæð um tað. Ikki ein gongd í Trúboðanum var ein grein um hetta. Hetta halda vit verða stórt spell.
Eftir tvey innleiðandi umfør er tað greitt, at I Am, Direct Level, Braquet og In Gethsemane skulu kappast í finaluni. Hon verdur hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 11. oktober 2003 kl. 20.00.