Brann vann seg víðari

Eitt annað norðurlendskt lið hevur spælt seg í 3. innleiðandi umfarið

Tað er Brann úr Bergen, sum í gjárkvøldið tapti 2-1 á útivølli móti Ventspils úr Letlandi. Á heimavølli hevði norska liðið vunnið 1-0. Brann minkaði beinanvegin í 2. hálvleiki í gjárkvøldið um munin til 2-1, og útivallarmálið gjørdi av, at tað verður Brann sum skal spæla í 3. innleiðandi umfari. Tá verður mótstøðan ivaleysa stór, tí Brann skal spæla ímóti franska Olympique de Marseille. Í kvøld fer svenska meistaraliðið IFK Goteborg at spæla á útivølli ímóti Basel. Í Goteborg var úrslitið 1-1.