Brann misti leiðsluna í yvirtíðini

Gilli R. Sørensen byrjaði inni og legði upp, tá Brann í dag spældi javnleik á heimavølli

Eins og í hinum dystinum hetta kappingarárið, var Gilli Rólantsson Sørensen, í dag millum teir fyrstu 11 á liðnum hjá Brann.

 

Sum heild var Brann rímiliga greiður favorittur undan dystinum, tí teir stríddust í oddinum av deildini undan dystinum, meðan mótstøðuliðið, Viking, lá undir niðurflytingarstrikuni.

 

Tað byrjaði eisini væl hjá Brann, sum eftir 22 minuttir av dystinum legði seg á odda. Og Gilli R. Sørensen átti eisini lyklafót í málinum. Hann legði nevniliga upp til Fredrik Haugen, sum legði Brann á odda 1-0.

 

Gilli R. Sørensen spældi teir fyrstu 74 minuttirnar av dystinum, áðrenn hann varð avloystur av Deyver Vega.

 

Tað varð eisini líkt til at Brann skuldi vinna dystin við smølum 1-0 sigri, men í evstu løtu, eydnaðist tað Viking at fáa útjavnandi málið. Málið kom langt inni í yvirtíðini, tá Samuel Agdenbenro fekk javnað fyri Viking Stavanger.

 

Javnleikurin ber við sær, at Brann setti stig til í oddinum av norsku deildini, har teir framvegis liggja á fjórða plássinum. Teir hava tó spælt ein dyst fleiri enn flestu av kappingarneytunum, og rúka teir tí helst eitt pláss aftur á stigatalvuni í morgin, tá nærmastu kappingarneytarnir, Molde og Strømgodset skulu spæla sínar dystir.