Brann er nýtt oddalið

Gilli Rólantsson og teir vunnu knúsandi 5-0-sigur í kvøld.

Brann er nýtt oddalið í norsku Elitserien. Tað er greitt, nú teir í kvøld vunnu knúsandi 5-0-sigur ímóti Stabæk.


Gilli Rólantsson byrjaði inni á vinstra vongi. Hann var eyðsýndur og spældi ein góðan dyst, men hann kom ikki á máltalvuna í kvøld. Hann varð útskiftur tá ið 68 minuttir vóru spældir.


Sigurin varð grundlagdur longu í fyrra hálvleiki. Brann var nevniliga á odda 3-0, tá ið liðini fóru at hvíla seg í hálvleikssteðginum.


Bæði Sarpsborg og Rosenborg taptu í gjár, og tað var hetta, ið lat dyrnar upp fyri at Brann í kvøld fekk vunnið seg upp á ovastu rók.


Brann hevur sama stigatal sum Rosenborg, nevniliga 25, men Brann hevur málmunin +19 og Rosenborg hevur málmunin +10.