Brandvenjing á studentaskúlanum í Hoydølum

Fyri løtu síðani fór brandalarmurin á Føroya Studentaskúla í Hoydølum í gongd, og boð vórðu beinanvegin send eftir Tórshavnar Sløkkiliði.

Í samband við at tilbúgvingarætlanin verður dagførd, varð henda brandvenjingin hildin á studentarskúlanum í Hoydølum.

- Hetta er ein roynd av ávaringarskipanini á skúlanum, rýmingarleiðum og atkomumøguleikum hjá sløkkiliðinum, verður sagt.

Sagt verður, at hetta var bert ein venjing, og tí var ongin orsøk til panikk.

Brandalarmurin fór í gongd klokkan 10:30, og góðan hálvan tíma seinni fór sløkkiliðið avstað aftur.

Mynd: Tað sá kanska ógvusligt út, men talan var bert um ein roynd, tá boðað varð frá eldsbruna í Føroya Studentaskúla í Hoydølum (Mynd: Linda Vest Niclasen)