Í kvøld var nógvur útrykningur at hoyra í býnum, tá Tórshavnar Sløkkilið skipaði fyri eini brandvenjing í SMS. Umleið kl. 19 í kvøld hoyrdust nógv útrykningsakfør, sum koyrdu av Brandstøðini í Havn og oman í SMS, har sløkkiliðsfólkini høvdu fingið at vita, at eldur var í. Nógvur roykur var at síggja, og tað luktaði brent.
Talan var um eina av mánaðarligu venjingunum hjá sløkkiliðnum. Venjingin í kvøld skuldi ímynda, at ein pyromanur hevði blaka ein sonevndan molotovkoktail inn gjøgnum fløskuautomatina í parkeringskjallaranum í SMS. Ung fólk, sum skuldu eitast at sortera fløskur í kjallaranum, vóru við í venjingini, og nøkur teirra vóru borin út í eina ambulansu.
SMS hevur sjálvvirkandi alarmskipan, sum sigur frá á Brandstøðini. Ein sentralur, beint innan fyri eina hurð í niðaru hædd, vísir, hvar í húsinum eldurin er.
Heini Østerø, innsatsleiðari hjá sløkkiliðnum, sigur, at teir skipa fyri venjingum einaferð um mánaðin, og hendan venjingin í SMS var ein av teimum stóru venjingunum.










