Brandvenjing í Arrestini

Seinnapartin í dag helt onkur, sum koyrdi fram við gamla bygninginum í Mjørkadali, har arrestin nú heldur til, at eldur var í har uppi.

Brandbilar og onkur løgreglubilur vóru inni á økinum, og fólk gingu um kring.

Men, her var eingin óvæntaður eldur, tí hetta var venjing - og bara venjing.

Á løgreglustøðini í Havn sigur vaktleiðarin, at talan var um venjing, sum fór fram í Mjørkadali í dag.

- Hetta er venjing í samstarvi millum sløkkilið, arrest og løgreglu, sigur vaktleiðarin.

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.