Nógvur roykur kemur úr eini íbúð á ovastu hædd á ovasta íbúðarblokkinum, meðan roykur eisini stendur út gjøgnum vindeyguni í erva í einari av reyðu lonunum á Eirargarði í Havn.
Stóri stigabilurin hjá løgregluni stendur dygst undir høga blokkinum og førir sløkkiliðsmenn og fólk upp og niður.
Tað sær ógvusligt út, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn er talan um venjing.
- Vit hava havt tvær venjingar koyrandi. Onnur hevur verið við stigabilinum, har vit hava vant at bjarga fólki úr einum bygningi. Í hinum førinum fyltu vit eina av reyðu lonunum við royki, og so fóru roykkavarar inn at leita eftir teimum, sigur átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn.
Hetta er ein reglulig venjing og sambært átaksleiðaranum hava slíkar venjingar verið hvønn fyrsta hósdag í mei í útvið 40 ár.
- Allir sløkkiliðsmenninir hjá okkum hava tikið lut og tað hevur gingið sera væl, sigur átaksleiðarin, nú venjingin er mest sum liðug.