18 ára gamli Brandur H. Olsen stríddist manniliga á miðvøllinum, og hann viðgekk yvirfyri Tróndi Arge aftaná 0-1 tapið ímóti Ungarn, at tað var nær við, at hann fekk krampa.
Hóast tað sá leikliga gott út, og hóast talan var um stóran framburð mett í mun til dystin ímóti Norðurírlandi, so duldi Brandur ikki, at hann var sera vónbrotin um tapið. - Vit vóru betur enn teir allan dystin, helt Brandur fyri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Brandur H. Olsen, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan segði við Trónd Arge aftaná dystin.