Brandur vil ikki vátta Eyðun Klakstein sum nýggjan venjara (FM1)

(Formansrundan á FM1) Hoyr Brand Jacobsen, formann í Víkingi taka samanum júst farna kappingarárið

##med2##

Sum siður er á FM1 aftaná seinasta leikumfar var "Formansrunda" í sendingini "Triði Hálvleikur", har ringt var til ymisku formennirnar og forkvinnurnar hjá teimum ymisku Betrideildarfeløgunum.

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi er ikki heilt ónøgdur við kappingarárið, hóast Betrideildarliðið hjá Víkingi ikki rakk Evropa í landskappingini, og hartil tapti liðið steypafinaluna móti HB. Men Brandur minnir á, at avrikið hjá Víkingi í ár er betri enn avrikið í fjør.

Brandur takkaði Sámal Erik Hentze fyri tíðina sum høvuðsvenjari, men hann vildi ikki vátta, at Eyðun Klakstein verur komandi høvuðsvenjari hjá Víkingi.

Tað er ein ikki ein vandur leiklutur hjá Víkingi ikki at sleppa út í Evropa, men Brandur undirstrikar, at felagið klárar at standa seg fíggjarliga uttan evropeisku pengarnar, men givið er, at felagið hevur fíggjarligt skynsemið, og Víkingur lagar seg til tann fíggjarliga veruleikan sum er.

Brandur fegnast um annað plássið í næstbestu deildini, og fegnast eisini um góð avrik í teimum yngru deildunum.

Brandur Jacobsen fekk sum allir aðrir formenn og forkvinnur høvið at bera sínum egnu eina tøkk, og at senda eina heilsu til vinnarar og onnur feløg í føroyskum fótbólti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Brandur Jacobsen segði í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 ígjár. 

(Formansrunda: Brandur Jacobsen Víkingur)