Brandur víðari í Europa League

Brandur Olsen var við, tá ið FCK spældi evropeiskan fótbólt í gjárkvøldi

Tað eru ikki bara teir úr B36, ið eru einastu føroyingarnir, sum hava spælt ímóti walisiskum liði í undankapping til evropeiskan fótbólt í ár. Brandur Olsen og liðfelagar hansara úr FCK spældi nevniliga seinna undankappingardyst ímóti walisiska Newtown í gjárkvøldi.

 

FCK vann fyrra dystin 2-0 í Wales fyri góðari viku síðani, og tí varð væntað, at keypmannahavningarnir fóru at leika seg víðari til triða undanumfar í Europa League. 

 

Og FCK avgreiddi eisini sína skyldu við einum tryggum 1-3 sigri ímóti Newtown á útivølli. Brandur Olsen kom inn á miðvøllin hjá FCK aftaná 65 minuttir. Støðan var 0-3 til FCK, tá ið Brandur kom inn. Harvið vann FCK ein samlaðan 1-5 sigur á walisunum.

 

Komandi mótstøðuliðið hjá FCK í undankappingini til Europa League verður kekkiska Jablonec. Fyrri dysturin teirra millum verður spældur longu í næstu viku.