Ungi føroyski leikarin Brandur Hendriksson Olsen er í kvøld við í hópinum hjá FC Keypmannahavn, sum á heimavølli skal spæla móti FC Midtjylland.
Brandur H. Olsen eigur enn sín fyrsta dyst til góðar í bestu donsku deildini, hóast hann fleiri ferðir fyrr í summar slapp upp í part, tá FC Keypmannahavn leikti venjingardyst. Útlit eru tó fyri, at hann kann koma á vøllin í kvøld, tí FC Keypmannahavn hevur fleiri skaðar at dragast við.
Dysturin millum FC Keypmannahavn og FC Midtjylland byrjar í kvøld klokkan 18:39 føroyska tíð. Tað ber til at síggja dystin á donsku rásini Tv3+.










