Brandur við nýggjum tilfari í Miðlahúsinum

Hóskvøldið verður konsert í Miðlahúsinum við Brandi Enni. Brandur og góð manning fara at framføra nýggj løg, so høvi verður at hoyra, hvat Brandur arbeiðir við fram til framførsluna á Summarfestivalinum og útgávu í heyst

Brandur Enni er summargestur í Føroyum. Gerandisdagur hansara er í Svøríki, har hann gongur á tónleikaskúla, og gerandisdagurin er annars eisini merktur av luttøku í filmsætlan, sum fyri stuttum førdi Brand til Hawaii.

Men Brandur liggur ikki á løtu síðuni, nú hann vitjar í Føroyum. Hann arbeiðir við nýggjum tilfari, sum verður at hoyra á Summarfestivalinuum og á fløgu seinni í ár.

Men fyri at royna nýggja tilfarið á palli, og fyri at nøkta spæligleðina, verður konsert í Miðlahúsinum hóskvøldið. Brandur fer á pall við góðari manning og nýggja tilfarinum, og sum skilst, er talan um stílbroyting.

Manningin hóskvøldið verður Brandur Enni, guitar og sang, Tróndur Enni, bass og sang, Benjamin Petersen, guitar, Leivur Samuelsen, trummur, Bjarni Lisberg, klaver og Heiðrun Petersen, fiól.

Konsertin í Miðlahúsinum hóskvøldið byrjar klokkan 20.