Brandur við máli og uppleggum

Video: Brandur H. Olsen bæði skoraði og legði upp fyri eykaliðið hjá Randers FC í dag

Tað hevur verið soltið við spælitíð til Brand Hendriksson Olsen í Randers FC higartil í hesum kappingarárinum. Men í dag bragdaði betur fyri Brand Hendriksson Olsen, sum spældi dyst fyri eykaliðið hjá Randers FC móti AGF.

 

Brandur og liðfelagarnir vunnu 3-1 í eykaliðsdystinum móti AGF, og føroyski leikarin gjørdi av álvara um seg. Brandur H. Olsen skjeyt eitt mál sjálvur, og legði upp til hini bæði málini.

 

Avgjørt góð tíðindi fyri føroyskan fótbólt, nú áðrenn landsdystin móti Sveis á útivølli um gott og væl tvær vikur, sum er seinasti landsdysturin hjá Føroyum í ár.

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunkt frá eykaliðsdystinum hjá Randers FC, sum Facebook síðan hjá Randers FC hevur lagt út.