Í kvøld kl.18.00 spælir Helsingborgs IF sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum í Allsvenskan, men tað verður uttan nýggja føroyska leikaran í hópinum, Brand Hendriksson.
Brandur Hendriksson hevur drigist við ein lærskaða seinastu vikurnar og hevur verið ivasamur til dystin í kvøld, har mótstøðuliðið er Varbergs BoIS, ið júst er flutt upp í Allsvenskan.
Helsingborgs IF hevur kunngjørt byrjunaruppstillingina og eykaleikarar, og har er greitt, at Brandur Hendriksson ikki er við. Hann er ikki blivin klárur til dystin.
Helsingborgs IF hevur sum heild havt fitt av skaðum í fyrireikingunum til kappingarárið, og ein annar, sum ikki er við í kvøld, er svenski landsliðsliðskiparin, Andreas Granqvist.