Brandur var dagsins maður

Íslendsk heimasíða hevur kosið føroyingin til dagsins leikara í frálíka steypasigrinum í gjár.

Brandur Hendriksson hevði ein lyklaleiklut, tá ið FH í gjárkvøldið spældi seg í steypafinaluna við 3-1-sigri á KR.

Íslendska heimasíðan, fotbolti.net, hevur í dystarfrásøgnini frá dystinum kosið føroyska miðvallaran at vera dagsins leikari.

- Skoraði mál, legði upp og fekk brotsspark. Brandur var høvuðsupplivingin í kvøld, skrivar fotbolti.net.

VIDEO: Brandur í hopla

Steypafinalan verður 14. september ímóti annaðhvørt Víkingi Reykjavík ella Breiðabliki.