Seinnapartin í dag var føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Tønder í Suðurjútlandi millum liðið hjá Sjúrði Olsen og Teis Horn Rasmussen, Tønder og liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax.
Ajax vann sera týðandi dystin í botnstríðnum við einum máli, 26-25. Tønder var betra liðið í fyrra hálvleiki, og var á odda 15-12 í steðginum.
Tá 35 minuttir vóru farnir var Tønder á odda 18-14, men átta minuttir seinni var Ajax á odda 19-18, og eftir tað var Tønder ongantíð á odda aftur.
Sjúrður og Teis skutu tvey mál hvør fyri Tønder í dag. Brandur kom ikki á máltalvuna fyri Ajax í dag, men hann fekk so tvær útvísingar í fyrra hálvleiki, og gjørdi sítt í verjupartinum.
Ajax hevur við 17 stigum fingið eitt sindur av luft niður til botnin, meðan Tønder við 14 stigum er bert eitt stig frá beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina.
Komandi fríggjakvøld spælir Ajax móti Otterup á heimavølli. Otterup hevur eitt stig færri enn Ajax, og tí er aftur talan um ein lykladyst hjá Ajax.
Komandi leygardag verður føroyingauppgerð millum liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ sum tekur móti Tønder.
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 18 | 33 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 19 | 27 |
| 3 | Grindsted GIF | 19 | 26 |
| 4 | HØJ | 17 | 26 |
| 5 | IK Skovbakken | 18 | 19 |
| 6 | Ajax | 18 | 17 |
| 7 | Odder | 18 | 16 |
| 8 | HEI Skæring | 17 | 16 |
| 9 | Otterup HK | 19 | 16 |
| 10 | TM Tønder | 19 | 14 |
| 11 | FIF | 17 | 13 |
| 12 | Roskilde | 19 | 13 |
| 13 | Vendsyssel | 18 | 11 |
| 14 | HC Odense | 18 | 7 |











