Fýra føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Rókur Akralíð gjørdi sítt við at skjóta fýra mál tá lið hansara, HC Odense á heimavølli tók ímóti Brandi Halgirssyni og hinum í Ajax. Ajax vann dystin 30-25. Odense var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var javnleikur 12-12.
Brandur Halgirsson tók sum vant nógv tøk í verjupartinum, og hann fekk eisini tvær tvær minuttirs útvísingar, men kom ikki á málskjótaralistan hjá Ajax.
Enn einaferð vóru Teis Horn Rasmussen, Sjúrður Olsen og hinir í Tønder fyri einum teprum eittmálstapi. Tað hevur hent nakrar ferðir hetta kappingarárið.
Teis skoraði trý mál og Sjúrður skoraði tvey mál tá Tønder á útivølli tapti 30-31 fyri Skovbakken. Í steðginum var Tønder á odda 17-14.
Tá 56 minuttir vóru farnir var Skovbakken á odda 30-26. Tað eydnaðist Tønder at stríða seg upp á javnleik 30-30, men ólukkutíð skoraði Skovbakken til 31-30, ið gjørdist sigursmálið.
Oddaliðið HØJ uttan Róa Berg Hansen á liðnum spældi javnleik 29-29 (14-16) móti Sydhavsøerne á útivølli.
Í morgin spæla Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder á heimavølli móti Otterup.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | HØJ | 11 | 19 |
2 | HC Midtjylland | 10 | 18 |
3 | Team Sydhavsøerne | 11 | 15 |
4 | Grindsted GIF | 10 | 14 |
5 | IK Skovbakken | 11 | 14 |
6 | Ajax | 10 | 10 |
7 | TM Tønder | 11 | 9 |
8 | Elitesport Vendsyssel | 10 | 9 |
9 | Odder | 10 | 8 |
10 | HEI Skæring | 11 | 8 |
11 | FIF | 11 | 6 |
12 | Roskilde Håndbold | 10 | 6 |
13 | Otterup HK | 10 | 5 |
14 | HC Odense | 10 | 5 |