Norska felagið Fredrikstad FK hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, Brand Hendriksson Olsen.
Í gjár takkaði Brandur Hendriksson fyri tíðina í svenska Helsingborg, og í dag hevur hann gjørt sáttmála við norska Fredrikstad. Skálvíkingurin verður triði føroyingurin í norska felagnum.
Venjari er Mikkjal K. Thomassen, og Jóannes Bjartalíð er eisini í hópinum. Tí verður talan um eitt veruligt føroyingafelag.