Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, og hansara U19 lið hjá FCK, skulu í dag spæla móti Real Madrid í Youth Champions League, sum er ein Champions League kapping fyri U19 lið.
Brandur hevur verið fastur maður á FCK liðnum allar dystirnar. Hann hevur lagt upp til fleiri mál og verður helst eisini ein týdningarmikil partur av liðnum í dag.
FCK er á øðrum plássi í bólkinum. Ein javnleikur er nokk til at tryggja sær víðari luttøku. Tapur FCK, so mugu teir vóna, at Juventus ikki vinnur sín dyst móti Galatasaray. Seinast Real Madrid og FCK spældu endaði tað við javnleiki 1-1.
Dysturin verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1 og byrjar klokkan 15 føroyska tíð.
Bólkur B:
1. Real Madrid 11(stig)
2. FCK 7
3. Juventus 5
4. Galatasaray 2