Brandur: Týskararnir høvdu stóra virðing fyri okkum

(Rás2) Fyri Brand Halgirsson, sum spælir hondbólt í Týsklandi var tað ein serlig uppliving at spæla ímóti Týsklandi

- Týskararnir høvdu stóra virðing fyri okkum. Hetta staðfesti ein fegin Brandur Halgirsson, sum spælir ungdómshondbólt við týska stórliðnum, Flensburg Handewitt.

 

- Vit eru 50.000 fólk, og teir eru fleiri miljónir. Teir hava veruliga virðing fyri okkum, greiðir Brandur Halgirsson frá.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Brand Halgirsson aftaná 21-29 HM-tapið ímóti Týsklandi í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.

 

Brandur Halgirsson er sera fegin um teir fyrstu 50 av 60 minuttunum, har Føroyar spældu framúr væl ímóti Týska hondbóltsrisanum. Sum hinir liðfelagarnri er hann tó eisini harmur um, at tað haltaði ta seinastu løtuna.