Brandur H. Olsen og liðfelagar hansara í Helsingborg eru í dag í gamla danska landspartinum í Svøríki, Hallandi. Ørindini eru at spæla landskappingardyst í Varberg ímóti Varberg BoIS. Fyrsta bríkslið verður klokkan 18, og Brandur er millum teir, sum hava fingið boð.
Tað hevur ikki gingið væl hjá Helsingborg, sum eftir 20 umfør er næstniðast við 18 stigum.
Varberg BoIS FC er á níggjunda plássi við 26 stigum.
Tá ið hesi bæði liðini hittust í Helsingborg í fyrsta umfari, sum var 14. juni, fóru gestirnir til hús við 3-0 sigri.
Síðsti dysturin hjá Helsingborg var næstsíðsta sunnudag á útivølli ímóti Hammarby. Tá var úrslitið 1-1. Tá var Brandur H. Olsen, sum vikuna frammanundan hevði verið burturstaddur í landsliðsørindum.