Brandur spældi í eitt korter

3-2 tap í Silkeborg ber við sær, at felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum nú er undir strikuni

Úrslitaliga vignaðist tað ikki væl, tá ið Brandur Hendriksson Olsen seinnapartin fyri fyrstu ferð í 2017 var á vøllinum í landskappingardysti í superliguni.

Randers FC vitjaði í Silkeborg og er á veg til hús aftur við 3-2 tapi. Úrslitið ber við sær, at Randers FC hevur fjúrtan stig og er undir strikuni saman við FC Helsingør, sum hevur trettan stig. Silkeborg er triðiaftast við seytjan stigum.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen, sleit krossbandið í februar. Nú er hann komin fyri seg aftur. Í dag var hann fyri fyrstu ferð í ár í besta hópinum hjá Randers FC. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Tá var støðan 3-2 til heimaliðið, og tað endaði við 3-2 heimasigri, hóast Randers FC eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-1.

 

Síðsti dysturin hjá Randers FC undan vetrarsteðginum verður annað mánakvøld, tá ið FC Midtjyllandi, sum er við í kappingini um oddasessin, fer at vitja í Randers.