Brandur skoraði fyri FCK

Brandur Hendriksson Olsen skoraði fyri U19 liðið móti Brøndby IF

Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin skoraði móti Brøndby í U19 kappingini. FCK vann 5-2, men eitt skifti var Brøndby á odda 2-0. Síðani kom FCK upp á 2-2. So var tað, at Brandur H. Olsen, sum fekk debut á U21 landsliðnum móti Týsklandi fyri viku síðan, legði FCK á odda.

 

Staddur á brotsteigarmarkinum skjýtur hann við vinstra beini og skorar til 3-2. FCK vinnur dystin 5-2. Brandur hevur annars spælt nógv við eykaliðnum hjá FCK, hóast sín unga aldur.

 

Til ber at síggja mál í samandráttinum, sum FCK hevur lagt út á youtube við at trýsta á pílin á myndini. Málið hjá Brandi kemur tveir minuttir inn í samandráttinum.