Fýra føroyingar hava verið í dyst í Íslandi í dag. Talan er um 15. umfar í bestu deildini hjá monnum. Yvirskriftin er nokk, at Brandur Hendriksson Olsen bjargaði FH eitt stig í yvirtíðin.
Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson Olsen og Jákup Thomsen spældu allir allan dystin móti KA. Callum Williams legði KA á odda, áðrenn Brandur Hendriksson Olsen í evstu løtu javnaði, tá hann fekk bóltin uttanfyri brotsteigin og skoraði við góðum skoti.
Heima í Grindavík vunnu René Shaki Joensen og liðfelagirnir 2-1 á Víkingi. Føroyski landsliðsspælarin spældi 88 minuttir á miðvøllinum. Grindavik hevur nú 23 stig á sætta plássi, sum er sama stigatal sum FH, ið er nummar fimm.
Í komandi umfari møtast FH og ÍBV, sum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum.









