Brandur Sandoy reinsaður

Almannamálaráðið metir ikki, at Brandur Sandoy hevur gjørt nakað skeivt í samband við starvssetanirnar í Sands kommunu.

Tíðindi bórust í gjár um, at minnilutin í Sands bygdaráð hevði kært borgarstjóran til Almannamálaráðið í samband við nakrar starvssetanir í Sands kommunu. 

 

Heri Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Hendrik Egholm vildu vera við, at borgarstjórin hevði sett fólk í starv uttan at lýsa størvini leys og uttan nakra viðgerð í kommunustýrinum fyrst.

 

Almannamálaráðið hevur tó viðgjørt málið, og niðurstøðan er, at kæran verður ikki gingin á møti.

- Sum málið er lýst, metir Almannamálaráðið ikki, at borgarstjórin í Sands kommunu hevur framt nakað sum er ímóti skrivaðari ella óskrivaðari lóg, sum serliga er galdandi fyri almennar myndugleikar, og verður klaga tykkarat í ikki gingin á møti.

 

Almannamálaráðið finst tó at, at í viðmerkingunum til málið kemur tó fram, at í fleiri umførum er kommunustýrið kunnað og avgerðir tiknar, uttan at hetta er ført í gerðabókin fyri fundin.

- Heitt verður tó á borgarstjóran um at ansa eftir, at avgerðir og samtyktir á kommunustýrisfundum verða førdar í gerðabókina.