Brandur Sandoy og frú, Anja Sandoy, eru farin yvir til New York á ST-aðalfund. Hann er sum umboð fyri Føroya løgting partur av donsku sendinevndini, sum telur seks fólkatingslimir. Við á ferðini er eisini umboð fyri grønlendska landstingið.
Bill Justinussen er nýliga komin heim aftur av ST-aðalfundi, og hjá honum var eisini konan við á ferðini.
Nú eigur so Brandur Sandoy tørn, og her fær kona hansara so eisini eitt upplivilsi.Tey koma heim aftur til Føroya hin 16. november.
Brandur Sandoy sigur, at umframt sjálvan ST-aðalfundin, fara tey í donsku sendinevndini eisini at vitja í eitt nú Pentagon, Heimsbankanum og kongressina í Washington.
- Í New York síggja vit ST-høvuðsborgina, og eg vænti, at ferðin verður sera forvitnislig og eitt upplivilsi fyri lívið, sigur hann.
Meðan Brandur Sandoy eru á ST-aðalfundi, hevur hann biðið um farloyvi úr løgtinginum, galdandi frá komandi mánadegi, har næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum er Rógvi Egilstoft Nielsen.
- Farloyvi hjá mær úr løgtingnum verður frá mánadegnum komandi at rokna og tvær vikur fram, sigur Brandur Sandoy, sum eisini er borgarstjóri í Sands kommunu.