Fyri gott og væl tveimum vikum síðani byrjaði Brandur Hendriksson Olsen í nýggja felagnum hjá sær, Vendsyssel FF, sum hevur leigað føroyska landsliðsleikaran fram til summarsteðgin.
Og byrjanin hjá føroyska landsliðsleikaranum í nýggja felagnum hevur verið góð. Brandur byrjaði fríggjadagin inni í venjingardysti móti Superliga felagnum, Hobro, har Brandur legði upp til eitt av málunum hjá Vendsyssel. Hinir føroysku leikararnir í felagnum áttu eisini allir lut í onkrum av málunum. René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen sum málskjúttar, og Hallur Hansson sum uppleggjari.
Les eisini: Væntar sær nógv av Brandi.
Í gjár hevði danska heimasíðan KanalSport eina samrøðu við Brand Hendriksson Olsen og Vendsyssel venjaran, Ove Christensen, sum báðir síggja stórar møguleikar í leigusáttmálanum hjá Brandi komandi hálva árið.











