TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina samrøðu við liðfelagan hjá Brandi H. Olsen, íslendska landsliðsmálverjan og EM-hetjuna, Hannes Halldórsson. Best, sum samrøðan skal gerast kemur Brandur og órógvar.
Hannes Halldórsson hevur havt sína lívs uppliving, tá hann var partur av EM-ævintýrinum hjá íslendska fótbóltslandsliðnum. Hann var ikki meir enn liðugur við EM, so mátti hann beint til Noregs at spæla nakrar dystir við Bodø/Glimt, sum sáttmálin bant hann til, og so var tað at fáa ein sáttmála við Randers FC í land.
Samrøðan er á enskum, men Hannes Halldórsson lovar, at um ein mánað skal hann gera samrøður á donskum. Í samrøðuni fortelur íslendska EM-hetjan um hvussu hann hevur upplivað EM-ævintýrið, og hann fortelur eisini hvussu nógv hann gleðir seg til tær komandi avbjóðingarnar við Randers FC.