Brandur Patursson í Mentamálráðnum

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, lat í gjár upp listaframsýning hjá Brandi Paturssyni í Mentamálaráðnum.

Landsstýrirismaðurin nevndi í røðu síni, at Brandur er ungur og roynir nýggjar og spennandi leiðir bæði tá talan er um form og innihald. Hann helt framsýningina vera áhugaverda og spennandi og ynskti listamanninum góða eydnu við framtíðar listaliga virkseminum. Eisini kom landsstýrismaðurin í røðu síni inn á týdningin av myndlistini fyri tað einstaka menniskjað. Framsýningin hja Brandi er opin til 1. oktober í ár.


Jógvan á Lakjuni , mentamálaráðharri setti framsýningina hjá tí unga og spennandi listamanninum, Brandi Paturssyni.

Myndir Jens K Vang