Brandur og úrmælingar

Brandur Enni hevði stutt fyri ársenda tvær útgávukonsertir og 13. januar fer hann at hava eina í Norðurlandahúsinum. Nýggja fløgan hjá Brandi Enni, sum er úrslit av tíð hansara í Svøríki, er væl móttikin. Nógv er gjørt burturúr ljóði og sjálvari framleiðsluni á fløguni.

Og á konsertunum hevur Brandur eisini eitt lið av úrmælingum. Umframt Brand, so er bróðurin Tróndur Enni við á bass. Eyðun M. Hansen leikar guitar, Kim Hansen tangentar, Henning Nicodemussen á trummur. Við sær hevur Brandur eisini Lív Næs, ið syngur, og strúkarar eru Angelika Nielsen og Tóri Restorff, ið leika ávíkavíst fiól og cello.

Sjálvur syngur Brandur, leikar guitar, urgu og hann blæsur eisini horn.

Næsta útgávukonsertin, ið er tann síðsta og heilt stóra, verður í Norðurlandahúsinum tann 13. januar 2010.

 

(Sí eisini myndafrásøgn)