Halmstad, ið hevur spælt í bestu svensku fótbóltsdeildini undanfarna kappingarárið hevði ein góðan fyrimun undan seinnu uppflytingarfinaluni móti liðnum hjá Brandi H. Olsen á heimavølli í kvøld. Halmstad vann fyrru uppflytingarfinaluni á útivølli 1-0, og kundi harvið tryggjað sær uppflyting við javnleiki.
Leingi var støðan 1-1 í Halmstad, men seinastu løtuna megnaði Helsingborg at skora tvey mál og harvið vinna uppgerðina samlað við 3-2.
Brandur H. Olsen fær sostatt høvið at royna seg í Allsvenskuni aftur komandi kappingarár.
Wilhelm Loeper legði Helsingborg á odda 1-0 tá 32 minuttir vóru farnir. Sjey minuttir seinni javnaði Halmstad til 1-1, og var harvið á odda 2-1 samlað.
Í seinna hálvleiki kom Helsingborg til fleiri hálvar málmøguleikar, og tað var ikki fyrrenn móti endanum, at tað fór at hilnast.
Toppskjúttin hjá Helsingborg, Anthony van den Hurk skoraði til 2-1 til Helsingborg, samlað 2-2 tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Rasmus Karjalainen bleiv stóra hetjan hjá Helsingborg tá hann skoraði til 3-1 tá klokkan vísti 90 minuttir.
Tá dómarin bríkslaði dystin av stormaðu ovurkát viðhaldsfólk hjá Helsingborg vøllin, og Brandur fekk harvið sína bestu uppliving í tíðini í Helsingborg, har hann hevur spælt í tvey kappingarár nú.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum í Halmstad:
##med2##
Brandur spældi hetta kappingarárið 31 kappingardystir fyri Helsingborg. Hann skoraði fýra mál og legði upp til níggju mál. Brandur fekk átta gul kort hetta kappingarárið. Tað eina í fyrsta minutti í dystinum í Halmstad í kvøld.