Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Helsingborg høvdu torføran útidyst móti greiða oddaliðnum, Värnamo í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Brandur spældi allan dystin fyri Helsingborg, ið tapti 1-3 fyri Värnamo. Helsingborg var á odda 1-0 í steðginum við máli Wilhelm Loeper skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men aftaná steðgin var Värnamo omaná og skoraði trý mál.
Helsingborg vóru tó hepnir í óhappinum. Tveir av kappingarneytunum, Trelleborg og Landskrona taptu eisini í dag, og tí hevur Helsingborg, ið hevur 46 stig einki mist fyribils í stríðnum um at varðveita triðja plássi.
Helsingborg hevur fýra stiga frástøðu niður til Norrby og Trelleborg, og fimm stiga fjarstøðu niður til Landskrona. Norrby kann tó toga seg upp á 45 stig í morgin um teir vinna á Sundsvall. Ger Norrby tað verður bert eitt stig á muni millum Helsingborg og Norrby.
Brandur og liðfelagarnir hava tveir dystir eftir í stríðnum at varðveita triðja plássið, ið gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í Allsvenskuni.
Helsingborg hevur eftir at spæla 20. november á útivølli móti Örgryte, og 27. november á heimavølli móti Västerås.











