Brandur og Hørður vunnu

Føroyingarnir í SG Flensburt-Handewitt hava góðar møguleikar at koma í finaluna í deildini dreingir 16 í Týsklandi

Við einum greiðum 29-20 sigri á SG Kronau/Östringen eru føroyingarnir Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason eitt stórt fet nærri sjálvari finaluni um týska meistaraheitið í deildini dreingir 16.



Í dystinum í gjár fekk Brandur sera gott skoðsmál og var kanska besti spælarin í hesi hálvfinaluni, meðan Hørður, ið kappast við fleiri aðrar málmenn í týska stórfelagnum, hesaferð bara fekk onkrar løtur í málinum.



Brandur Halgirsson, sum er vinstri bakkur, og Hørður Trygvason, sum er málmaður, hava í ár gingið á eftirskúla í Týsklandi og eru partur av hondbóltsakademiinum hjá SG Flensburg-Handewitt, og teimum stendur í boði at halda fram.



Føroyskir fjepparar

Millum fjeppararnar, ið róptu og stuðlaðu Brandi og Hørði í gjár, vóru teir 24 hondbóltsdreingirnir, sum í vetur hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF, og sum hesa vikuna hava verið á ferð í Jútlandi og Norður-Týsklandi.



Umframt at síggja hálvfinaluna hjá dreingjum 16, sluppu føroysku hondbóltsdreingirnir at síggja ein dyst í Bundesliguni millum SG Flensburg-Handewitt og ThSV Eisenach. Eisini vann føroyska U14-liðið ein venjingardyst ímóti U14-liðnum hjá SF Flensburg-Handewitt.



Í dag koma dreingirnir aftur til Jútlands, har teir skulu royna seg ímóti U14-dreinjaliðnum hjá Skanderborg, sum telist millum sterkastu feløg í danska ungdómshondbóltinum. Føroyska ferðalagið ætlast aftur í Føroyum í kvøld.