Brandur og Dennis spurdir um at stuðla nýggjum flokki

Allir flokkarnir eru endaðir í einum greyti í miðjuni, sigur Jóhan Lützen, sum kortini noktar fyri at hava nakað við útjaðaraflokkin at gera.

Tveir borgarstjórar, sum Miðlahúsið hevur tosað við, váttað, at teir eru uppringdir og spurdir um teir eru áhugaðir at stuðla einum útjaðaraflokki.

 

Hvørgin teirra hevur tosað við Jóhan Lützen, blaðstjóra á Norðlýsinum, men í øllum førum í aðrari samrøðuni bleiv víst til, at hann eisini arbeiddi við málinum.

 

Brandur Sandoy sigur, at ein klaksvíkingur ringdi til sín og spurdi, um hann hevði verið áhugaður at stuðla einum útjaðaraflokki.

- Eg gav teimum tó greið boð, um at tað ikki var aktuelt fyri mítt viðkomandi. Eg haldi, at Fólkaflokkurin stríðist væl fyri útjaðaranum, um so aðrir flokkar kanska ikki gera tað, sigur borgarstjórin á Sandi.

 

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er eisini uppringdur av sama manni.

- Í samrøðuni bleiv víst til, at blaðstjórin á Norðlýsinum eisini ringdi til fólk. Endamálið við samrøðuni var ikki at finna valevni, men at kanna, um áhugi var fyri einum slíkum flokki. Eg segði sum var, at eg ikki var stórvegis áhugaður, men um teir skipa fyri einum kunnandi fundi, so kann eg gott fara at lurta eftir, hvat teir hava at siga, sigur hann. Dennis Holm er eisini formaður í Kommunufelagnum.

 

Blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhan Lützen, noktar tó fyri, at hann hevur nakað við málið at gera.

- Tað er einki í tí. Eg síggi heilt víst tørvin, sum eg eisini havi víst á í oddagrein í Norðlýsinum, men eg geri einki aktivt fyri at taka stig til ein nýggjan flokk, sigur Jóhan Lützen, sum fall á býráðsvalinum í Klaksvík seinast. Hann gjørdist nummar trý á listanum hjá Tjóðveldi, sum einans fekk eitt umboð.

 

Hóast tað umboðið, Steinbjørn Jacobsen, var varaborgarstjóri hjá Jógvani Skorheim í seinasta býráðið, bleiv hann ripaður út úr nýggju býráðssamgonguni. Jóhan Lützen eigur Norðlýsið saman við Jóannesi og Palla Skorheim, sum eru pápi og beiggi Jógvan Skorheim.

 

- Vit síggja tað í øllum, at allar almennar krónur verða brúktar í Havn, allar almennar íløgur verða gjørdar í Havn. Tí er neyðugt, at útjaðarin stendur sterkur saman, sigur Jóhan Lützen.

 

- Um almenni íløgupolitikkurin var ein lagkaka, fóru 11 lagkakustykki til Havnar og eitt til restina av útjaðaranum. Allur útjaðarin berjist um undir 10 prosent av almennu játtanini, sigur hann.

 

Jóhan Lützen hevur eisini nøkur prik til hinar politisku flokkarnar.

- Alt er endað í einum greyti í miðjuni. Allir flokkarnir eru smeltaðir saman. Loysingarflokkarnir loysa ikki. Høgraflokkarnir góðtaka ein stóran almennan sektor og vinstraflokkarnir góðtaka nú bæði flatskatt og forskatting av pensjónum, sigur Jóhan Lützen.

 

- Eg trúgvi, at um onkur tekur stig til at stovna ein útjaðaraflokk, vænti eg, at tað hevði fingið undirtøku, sigur blaðstjórin, sum kortini noktar fyri, at hann sjálvur arbeiðir við málinum.