Tað gekk av skriðuni hjá Brandi Halgirssyni og liðfeløgunum í Ajax Keypmannahavn, tá teir skuldu spæla fyrsta av møguliga trimum uppflytingardystum ímóti Skive á útivølli.
"Skive vaskaði gólv við Ajax", skrivar Skive Folkeblad skemtiliga í teirra yvirskrift um dystin, og tað er kanska ikki ov nógv sagt tí Skive vann stórsigur 35-24. Í steðgingum var Skive á odda 16-10. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki var Skive á odda heili 26-12.
Ajax fær tó ein møguleika aftrat á heimavølli 8. mai, men vinnur Skive tann dystin flytur Skive upp í bestu hondbóltsdeildina. Vinnur Ajax dystin verður tann triði og avgerandi uppflytingardysturin leiktur í Skive nakrar dagar seinni.
Brandur Halgirsson fer nú at savnast við føroyska landsliðshópinum at spæla EM-undankappingardystir móti Russlandi og Kekkia, sum verða leiktir 28. og 30. apríl og 2. mai










