Brandur millum tey bestu í Svøríki

Brandur Enni skal kappast við stórar svenskar stjørnur í svenska Grand Prixnum næsta ár. Brandur er valdur úr millum ein ørgrynnu av sangarum, sum vildu sleppa við. Svenska blaðið Expressen avdúkar í dag listan yvir sangararnar, sum skulu taka lut í svenska Grand Prixnum fyrst í komandi ári. Blaðið hevur millum annað bitið merki í, at føroyski sangarin Brandur Enni er ein av luttakarunum. Hetta heldur blaðið er so mikið áhugavert, at tað verður nevnt í innganginum til greinina.

 

Brandur Enni hevur í eina tíð samstarvað við fólk í Svøríki, sum framleiða og útgeva tónleik. Nú hevur hetta samstarv so ført til, at Brandur Enni hevur fingið gyltan møguleika at taka lut í svenska Grand Prixnum, sum verður hildið í við fleiri innleiðandi umførum og finalu fyrst í komandi ári.

 

32 sangarar eru við í kappingini, og tey bestu verða vald út til finaluna, sum verður hildin í Globen í Stockholm tann 15. mars. Fyrsta innleiðandi umfarið verður tann 9. Februar.

 

Millum hini, sum skulu taka luta í svenska Grand Prixnum, eru E-Type, BWO, Linda Bengtzing, Patrik Isaksso og Charlotte Perelli.