Venjingardystur hevur verið ímillum tvey donsk føroyingafeløg í dag, nevniliga Randers FC við Brandi Hendrikssyni og Vendsyssel FF við René S. Joensen, Meinhardi E. Olsen og Hákuni Edmundssyni.
Christian Overby syrgdi fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til Vendsyssel FF, men í seinna hálvleiki javnaði Kasper Fisker fyri Randers FC áðrenn Brandur Hendriksson legði teir á odda 2-1.
Vendsyssel FF fekk javnað aftur umvegis eitt sjálvmál, og tá ið eitt korter restaði í var Thomas Dalgaard á blettinum og tryggjaði Vendsyssel FF ein 3-2-sigur í hesum venjingardystinum.
René S. Joensen var ikki við í dag vegna skaða. Meinhard E. Olsen spældi ein hálvleik, meðan Hákun Edmundsson fekk eitt korter á vøllinum.