Brandur legði upp í FCK sigri

Video: Her ber til at síggja Brand Hendriksson Olsen leggja upp til FCK mál í sigri

Ungi Skálvíkingurin Brandur Hendriksson Olsen hevur í ár verið í rúkandi menning. Brandur Hendriksson Olsen er nú fastur partur av besta liðnum hjá FC Keypmannahavn, umframt at hann eisini er í a-landsliðshitanum hjá Føroyum. Eisini var hann sera sjónligur, tá U-21 landsliðið hjá Føroyum vann 1-0 móti Montenegro fyri tveimum vikum síðani.

 

Brandur spældi í dag dyst við eykaliðnum hjá FCK, ið vann 1-0 móti arvafíggindunum úr Brøndby. Brandur átti avgerandi fót í dystinum, tí hann legði upp til einsamalla málið, ið var skotið í dystinum.

 

Brandur Hendriksson Olsen eigur tó enn til góðar at spæla sínar fyrstu minuttir í donsku superliguni fyri FCK.

 

Omanfyri ber til at síggja málið frá dystinum.