Brandur Karlson Jacobsen

Í nógv ár hoyrdist lítið til tónleikaran Brand Karlson Jacobsen. Men hann kom afturíaftur í singer/songwriter kappingini á Hafnia Lounge í fjør og vann hesa kapping. Nú er hann tilnevndur sum besti sangari til Planet-heiðurslønirnar, og hann verður eisini at hoyra live

30 ára gamli Brandur Karlson Jacobsen var við í bólkinum Ikaros í 90´unum, men seinnu árini hevur hann verið lítið og einki frammi við tónleiki.
 Eg havi fyri tað mesta bara spælt heima, sigur hann.
Nú er hann ein av teimum, sum er tilnevndur sum besti sangari til Planet-heiðurslønirnar, og hann spælir eisini á Planet gallakvøldinum.