Brandur Jacobsen heldur fram sum formaður

Tríggjar kvinnur og tríggir menn manna nevndina hjá Víkingi

Fótbóltsfelagið Víkingur skrivar á Facebooksíðu felagsins: - AÐALFUNDUR 2025

 

Mikukvøldið 12. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð, hóast nógv annað virksemi í kvøld. 

 

Jan Dam Vang varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara. 

 

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins. 

 

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. 

 

Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum - 300 børnum og 150 vaksnum.

 

Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking - saman lyfta vit felagsskapin.

 

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur. 

 

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: 

 

  • Brandur Jacobsen, formaður 
  • Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna 
  • Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
  • Jeffri Olsen, nevndarlimur
  • Edith Dam Vang, nevndarlimur 
  • Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur

 

Nú síggja vit fram til kappingarárið 2025! 

 

Nevndin.