Nógvir tónar eru skrivaðir og framførdir, síðani Brandur Enni við síni sjarmerandi barnarødd sang um hundapensiónina á Argjum. Sangurin um Kingoson av útgávuni hjá Kulum Rótum var helst tað fyrsta, sum tann breiða fjøldin av føroyingum hoyrdu frá sangaranum Brandi Enni. Hann hevði tó frammundan verið við á útgávuni Mánadags-Mortan.
Tá var Brandur ein fittur smádrongur við stórum sangtalenti og eini spennandi framtíð fyri framman. Nú hevur sama talent ført Brand inn í tað fína selskapið í svenska Grand Prixnum, har hann skal kappast við stórar svenskar hittmakarar sum Christer Sjøgren og E-Type.
Poppstjørna
Brandur Helgason Enni er ættaður av Tvøroyri. Hann er blivin 18 ára gamal, er framvegis ein ungur sangari, men hevur nógv upplivilsi og nógvar royndir við sær í skjáttuni.
Googlar tú eftir Brandi Enni á tí stóra og víða internetinum, kemur tú millum annað fram á týsku útgávuna av Wikipedia, sum turt staðfestir, at “Brandur ist ein färöischer Popstar.“ Og poppstjørna gjørdist Brandur í stórt mát, tá ið hansara fyrsta útgáva, Waiting In The Moonlight, kom út í í Føroyum 2002. Sangirnir á útgávuni vórðu tráspældir í Føroyum, hæddirnar vóru høgar næstu tíðina, og tónarnir tóku eisini land í Íslandi, har tann 13 ára gamli Brandur í eina tíð var ordilig stjørna millum børnini og tey ungu.
Sangskrivari
Seinastu árini hevur Brandur ikki verið so sjónligur í føroyskum tónleiki, sum hann var einu tíðina, men hann hevur verið virkin, hevur ment seg nógv sum sangari, tónleikari og ikki minst sangskrivari, og framførslurnar, sum hann hevur havt í Føroyum seinnu árini, hava verið stak góðar.
Brandur hevur seinastu tvey árini samstarvað við sangskrivarar frá Air Chrysalis Scandinavia, ið er millum fremstu óheftu útgávufeløgini í Norðurlondum. Brandur lesur á svenska sangskrivaraskúlanum Musikmakarna, og í løtuni er Brandur í holt við sína aðru fløgu, sum eftir ætlan skal koma út í summar.
Tey, sum hava hug at hoyra okkurt av nýggja tilfarinum hjá Brandi, kunnu leita inn á hansara myspace-síðu – www.myspace.com/brandurenni.