Brandur Hendriksson Olsen mátti sunnudagin skiftast út við skaða í knænum, tá eykaliðið hjá Randers spældi 2-2 móti Vejle. Landsliðsmiðvallarin kláraði sjálvur at skora, áðrenn hann bleiv skaddur stutt fyri hálvleik.
Nú er greitt, at hann hevur slitið krossbandið og spælir ikki aftur fyribils. Tað váttar Randers FC á heimasíðuni.
- Tað er ótrúliga harmligt. Bæði fyri Randers FC, men sjálvandi mest fyri Brand sjálvan. Hann hevur staðið seg væl í vetrarsteðginum og nærkaðist liðnum við millum annað góðum avrikum á venjingarleguni. Hetta eru keðiligt tíðindi, men vit vóna at síggja hann aftur skjótt, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Ole Nielsen við heimasíðuna hjá Randers FC.
Umframt at hetta eru keðilig tíðindi fyri miðvallaran sjálvan og Randers FC, so merkir hetta eisini, at landsliðsmiðvallarin ikki verður tøkur til dystin móti Andorra 25. mars. Føroyar spæla so aftur í juni móti Sveis, meðan helst er mest sannlíkt, at Brandur Hendriksson setir nøsina eftir, at spæla dystin móti Portugal síðst í august.
Hoyrdi eitt klikk
Skálvíkingurin greiddi Amtsavisen í Randers frá hendingini, sum hendi uttan nakran samanstoyd. Hetta var áðrenn skanningina.
- Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt í liðbandinum, men nú skal eg skannast tá vit koma heim. So fáa vit at síggja hvussu tað sær út, og um tað gongur útyvir kappingarbyrjanina, sigur Brandur Hendrikson Olsen við Amtsavisen í Randers.
Skálvíkingur hevur annars verið í málhýrið seinastu dystirnir, har talan hevur verið um sannar perlur.