Tað var skinklandi og lítið sannførandi fyrstu løtuna á Tórsvølli, har Liktinstein í kvøld er gestur.
Eftir tíggju minuttir fór føroyski málverjin Tórður Thomsen skaddur av vøllinum, og í hansara stað varð Teitur Matras Gestsson settur. Tað fyrsta, sum hann gjørdi, var at fara í meskarnar eftir bóltinum, tí Liktinstein legði seg á odda.
So við og við fótaði føroyska liðið sær. Klæmint A. Olsen javnaði eftir innlegg úr vinstru frá Viljormi Davidsen, sum er liðformaður í kvøld, og so skoraði Brandur H. Olsen tvey mál. Tað fyrra við stútara eftir innlegg úr høgru, og tað seinna við fløtum skoti eftir gott uppspæl á miðásinum.
Føroyar fara beinanvegin eftir steðgin at skifta tríggjar spælarar út. Odmar Færø, Hallur Hansson og Petur Knudsen verða skiftir inn fyri Heina Vatnsdal, Jóan Símun Edmundsson og Hørður H. Askham.
Spælskipanin verður broytt frá 4-5-1 og til 4-4-2:
Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, Meinhard E. Olsen - Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen