Á heimasíðuni hjá svenska blaðnum Aftonbladet ber nú til at atkvøða fyri tí lagnum, einum dámar best í svenska Grand Prix´num. Til ber at fara inn á niðanfyristandandi heimasíðu og atkvøða fyri Brandi:
www.aftonbladet.se/nojesliv/melodifestivalen2008/article1762752.ab
Kringvarpið samsendur Grand Prix-sendingina leygardagin við Sveriges Television og hon byrjar sostatt kl 19.00.
Tað ber tó tíverri ikki til at atkvøða fyri Brandi úr Føroyum ella Danmark leygardagin.