##med2##
Í kvøld klokkan 19 skal Víkingur spæla fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League móti Europa FC úr Gibraltar.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.
Fyri Brand Jacobsen, formann í Víkingi er tað ein ótrúliga góð kensla at vera í Evropa aftur aftaná eina fráveru uppá fýra ár.
Brandur ásannar tó, at síðani korona fór at herja eru krøvini rundanum dystirnar blivin fleiri og strangari.
Brandur vónar, at Víkingur kann fáa eitt gott útgangsstøðið undan returdystinum, ið verður spældur á einum vánaligum vølli í nógvum hita.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Brand Jacobsen undan dystinum.










