Brandur gjørt nýggjan sáttmála við FCK

- FCK trýr upp á evnini hjá Brandi og samráðingarnar gingu væl, sigur umboðsmaðurin

FCK hevur gjørt nýggjan trý ára sáttmála við føroyska U21 landsliðsmiðvallaran, Brand Hendriksson Olsen. Skálvíkingur hevur verið í FCK í eina tíð og hevur fyri tað mesta spælt á U19 og eykaliðnum hjá stóra danska felagnum, men hevur eisini vant við besta liðnum og siti á bonkinum nakrar ferðir.

 

Les eisini: Brandur legði upp í FCK sigri

 

Brandur hevur gjørt stór framstig hesa tíðina, og var millum annað við í UEFA Youth League ævintýrinum hjá felagnum í fjør, tá teir knúgvaðu liðnum sum Juventus og ikki minst Real Madrid.

 

Brandur hevur nú gjørt ein fulltíðar yrkissáttmála, sum inniber at hann nú verður fastur partur av Superliga liðnum hjá FCK.

 

- FCK trýr upp á evnini hjá Brandi og samráðingarnar gingu væl, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Brandi.

 

Brandur er 18 ára gamal og hevur longu verið úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Hann hevur framvegis fyrstu minuttirnar á A-landsliðnum og besta liðnum hjá FCK til góðar, men hann hevur prógvað, at tað ber til at koma úr Skálavík til FCK.