Brandur gjørdi tað enn einaferð

Enn einaferð avgjørdi Brandur Olsen dyst hjá FCK

Tað er ikki meira enn 11 dagar síðani, at Brandur Olsen avgjørdi donsku steypafinaluna við góðum langskotsmáli. Í dag endurtók 19 ára gamli skálavíkingurin bragdið.

 

FCK leikti á heimavølli ímóti OB. Støðan var 0-0, tá ið Brandur í 65. minutti varð skiftur inn fyri norska Tom Høgli. FCK átti fríspark, tá ið Brandur varð skiftur inn, og hann gjørdi ikki mætari enn at skora upp á hetta frísparkið við sínari fyrstu nerting í dystinum. Hetta málið gjørdist tað einasta í dystinum, og tí fekk Brandur enn einaferð staðfest, hvussu týdningarmiklur hansara sparkiteknikkur er fyri FCK.

 

Tvey umfør eru eftir av bestu, donsku deildini, men úrslitið merkir, at FCK ikki kann innheintast á 2. plássi. Tískil var tað føroyski Brandur Olsen, ið sparkaði silvurmedaljurnar endaliga heim til Keypmannahavnar.