Vendsyssel FF upplýsir í dag, at tríggir spælarar hava spælt sín seinasta dyst fyri felagið á hesum sinni. Sum Miðlahúsið herfyri visti at siga, so er ein teirra Brandur Hendriksson. Hinir báðir eru Martin Bergvold og Patrick Nielsen.
- Brandur hevði tað trupult fyrst á árinum, eftir at hann ikki hevði spælt fast í longri tíð. Men hann hevur framúr menningarmøguleikar, og tað hevur hann eisini prógvað fleiri ferðir. Vit vóna, at vit kunnu hittast aftur, men í fyrsta umfari fara vit at takka fyri gott avrik í hvítu troyggjuni, sigur ítrótarstjórin, Jacob Krüger, við bold.dk.
Tað er møguligt, at hann heldur fram at spæla í hvítari troyggju – nevniliga í FCK, har hann hevur sáttmála og nú fer aftur til eftir at leigusáttmálin við Vendsyssel FF ikki verður longdur. Men tað verður ikki bara bara, tí hann vil hava spælitíð.
- Sum tað stendur til hjá mær beint nú, so skal eg aftur til FCK 20. juni. Men hvat tað endar við, um eg verði verandi ella fari víðari, tað fáa vit at síggja. Eg fari í øllum førum eftir at fáa spælitíð, segði Brandur við Rás2 eftir venjingardystin ímóti Kosovo fríggjakvøldið.










